Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrstu laksarnir eru farnir niðan í Leynum

Oliver Joensen

Teljarin, sum Tekniski Skúlin í Havn hevur ment, varð settur út í Leynná fyri fáum vikum síðani, og teljarin hevur sæð fyrsta laksin í ár.

Teljarin, sum Tekniski Skúlin í Havn hevur ment, varð settur út í Leynná fyri fáum vikum síðani, og teljarin hevur sæð fyrsta laksin í ár.

Menn eru spentir, tað hevur nevniliga ikki gingið so væl við laksa fiskarínum á Leynávatni og Saksunarvatni seinastu tvey árini, men í ár vóna limirnir í Sílaveiðufelagnum at vend kemur í.

Í hvussu er er stórt arbeiði gjørt fyri at menna tilgongdina av laksi til hesi bæði vøtnini. Umframt stóra kynsbótararbeiðið, ið gjørt verður í Havnadali, hava limir í Sílaveiðufelagnum sett ræðarar upp við Leynná og áirnar til Saksunarvatn.

Men hóast tað, so hava bakarnir roynt at fingið fatur á smoltinum. Serstakliga hevur verið ásýniligt við Leynná, har stórir flokkar av másum hava hildið til, tí ræðararnir rukku ikki longur enn frá vatninum og oman til brúnna har landsvegurin gongur um ánna til tunnilin.

At ræðararnir hava gagnað hevur verið sera asýniligt, tí bakar og másar hava nærum ikki verið at sæð aðrastaðni enn har ongir ræðarar hava verið uppsettir.

Hetta er annað árið á rað at ræðarar hava verið settir upp fyri at verja smoltini. Roknað verður tí við, at um hetta er gongd leið, so átti tað at sást aftur í nøgdini av laksi, sum kemur upp á land úr Leynávatni og Saksunarvatni.

Harleywoodpaint