Gadus hevur ligið á Fuglafirði, men hevur nú loyst og er á veg á Klaksvík
Vakrar myndir av Gadus í morgun. Njótið myndirnar.
Gadus kemur á Klaksvík kl 14 og leggur at á vestursíðuni beint við Netastovuna, har hátíðarhald verður fyriskipa, stóra løtan verður tá Gadus verður doyptur. .
Eftir dópin bjóðar JFK øllum vælkomin umborð á Gadus, at síggja nýggjasta skipið í føroyska flotanum. Harumframt letur Fish and Chips búðin hjá JFK upp, har møguleiki verður at fáa eina máltið við fyrstafloks fiski úr Bartenshavinum.
Aftur hesaferð eru tað kendu ensku kokkarnir, sum í fleiri ár hava verið á Sjómannadegnum, ið koma at standa fyri vælsmakkandi matgerðini.
Fish & Chips búðin stongir klokkan 18.00.













