Fyrstu skattatølini hjá TAKS fyri 2013 er nú tøk. Landskassin fekk í januar mánaði fekk 96,5 milliónir krónur inn í skatti, meðan kommunurnar fingu slakar 110 milliónir krónur.
Fyrstu skattatølini hjá TAKS fyri 2013 er nú tøk. Landskassin fekk í januar mánaði fekk 96,5 milliónir krónur inn í skatti, meðan kommunurnar fingu slakar 110 milliónir krónur. Fyri bæði land og kommunur eru nakrar fleiri skattakrónur komnar inn enn um sama tíðarskeið í fjør.
Í januar mánaði 2013 komu eisini 17 milliónir krónur inn í eftirlønarskatti og góðar 3 milliónir í kirkjuskatti. Eisini í eftirlønarskatti og í kirkjuskatti vísir uppgerðin hjá TAKS, at meir skattur er komin inn enn um sama tíðarskeið í fjør.
Eitt yvirlit kann síggjast her: Sí viðheft




