Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fyrstu tjøldrini eru komin á Oyri

Oliver Joensen

Í dag koyrdi eg ein túr út á Oyrar, har sá  tvey tjøldur at vera komin. Eitt hevur tó hildið til har í minst tvær tær seinastu vikurnar, men um tað tjaldrið er tað sama, sum hevur hildið til við egningarskúrðarnar á Stongunum í vetur veit eg ikki.

Um Tjaldur sigur “Fuglar í Norðurhøvum” millum annað: Búnarnir eru lítið broytiligir. Ungfuglurin, áðrenn hann hevur kastað ungafjarðarnar, er lættur at kenna á nevinum. Tað er dimt fram á nevsoddin. Ungfuglurin er heldur ikki so svartbøkutur sum í seinni búnum. Ikki fyrr enn um summarið í 3. almanakkaári er tjaldrið krunkasvart á bakinum, snjóhvítt undir búkinum, hevur korkareyðar føtur og alreytt nev. Eitt skifti fyrsta heystið og veturin og fyrsta summarið er tjaldrið øshvítt….

Spell, at tað ikki var ein stórur flokkur, ið kom fyrst. Men vit vóna at tað ikki bert vera tvey í ár. Tað er ein sannroynd at í hvussu er á okkara leið er stovnurin minkaður stórliga seinastu árini.