Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fyrstu tjøldrini

Oliver Joensen

Í gjáramorgun vóru fyrstu tjøldrini at síggja úti á Norðoyri. Tey vóru sum vera man ikki mælsk og bert tvey hendan morgunin (savnsmynd).

Fyrstu tjøldrini vit plaga at fáa eyga á í Klaksvík, er sum oftast á Norðoyri, og í so máta er árið í ár onki undantak.
Ikki kann sigast annað, enn at tað fløvaði mikumorgunin, at síggja hesar vøkru "summargestirnar". Hóast veturin enn heldur fast, so gongur nú skjótt móti ljósari tíðum.