Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fýrverk og felagssangur

Oliver Joensen

Av sonnum tvinni fýrverk á miðnátt norðoyastevnuaftan. Fyrst Thorbjørn og síðani eitt rættuligt fýrverk, sum vit helst ongantíð áður hava sæð.
Og til tykkum, ið hava áhuga fyri fótbólti, so verður sera spennandi í morgin sunnudagin tá KÍ og Skála hittast, her vera lunnar lagdir undir restina av kappingini. Veðurmenninir spáa góðveður. Les meira

Hóast tey, sum hava arbeitt við útvarpi ídag hava hildið at veðrið hevur verið so sum so, so hava vit, sum búgva her fegnast um góðveðrið ídag. Eysturætt hevur verið og tí hevur regnið hótt viðhvørt, men onki meira enn tað. Fólk hava verið í góðum lag ídag, og tey eru fá, sum hava verið at sæð í regnklæðum, okkurt ælstroggið hevur verið í kvøld, men ikki meira enn sum so at mannamúgvan í Vágstúni í Kvøld sjálvdan hevur verið størri enn tað sama.
Fýrverkið seinna, sum NFÍ skipaði fyri var sera vakurt og hugnaligt og tá vit rýmdu og fóru niðan á Hædd til telduna, at leggja hetta út til tykkara, gekk felagssangurin lystiliga í Vágstúni, har sjálvandi Klaksvíkssangurin, Fagra blóma, Dýrd á vík og vág vóru ovast á hitlistanum.