Veður: Tað eru ikki av bestu líkindum summastaðni kring landið í dag. M.a. hava tað í Leirvík verið omanfyri 30 metrar um sekundið. Ein bóndi er í gongd við at skifta tekju, og tær seks metrar longu taktekjurnar fuku runt har í økinum.

Sløkkiliðsleiðarin, Sørin Djurhuus, segði við Kringvarpið í morgun, at hann mól av ymsum ættum, og tað gjørdi tað alsamt verri at fáa tak á støðuni. – Jú, hann var útsynningur, og tað er skaðaætt í Leirvík, sum skilst. Tað er eisini tí, at vindurin uppførdi seg á slíkan hátt.
Á Hagaleitið, har tekjurnar fuku, var vandamikið at halda leiðina. Sørin Djurhuus heitir á fólk um, at halda seg burtur frá Hagaleitinum.
Tað var bert í morgun, at nógvi vindurin var.
Aðrastaðni
Í Hvalba er eitt tjald farið á flog. Tað er heldur ikki so undarligt. Norðuri í Norðdepli stóð illa til við einum drívhúsi.
Annars er talan bert um smáar skaðar kring landið. Vindurin er longu minkaður.