Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fysioterapeutar til Klaksvíkar Sjúkrahús

LÝSING

Klaksvíkar Sjúkrahús
FO-700 Klaksvík


Søkt verður eftir:

Einum fysioteraputi at arbeiða fulla tíð frá 01. februar 2017.

Einum avloysara fyri fysioterapeut frá 01. februar 2017 til 31. januar 2018. Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.


Førleikakrøv:

  • Umsøkjarin skal hava prógv og góðkenning sum fysioterapeutur
  • Góð samstarvsevnir og fleksibilitet
  • Evnir at arbeiða sjálvstøðugt, í toymi og skapa sær yvirlit


Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Benadictu Ellingsgaard telefon 45 45 45 lokal 4668 ella teldupost benadicta@ks.fo


Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya.


Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er mikudagin 10.01.2017 kl. 12:00.