Norðlýsið var sjálvandi á staðnum, og sigast má, at fyri meg, var hetta ársins tiltak, vælfyriskipað og væleydnað í allar mátar. Samanumtikið eitt upplivilsi fyri lívið.
So er G-festivalurin av. Tað var ein ógloymandi løta at uppliva nógvar góðar tónleikar á palli, so sum Eivør Pálsdóttir, Kashmir, Lisu ekdahl og Russ Taff, bert fyri at nevna nakrar.
Ein pallur var niðri á sandinum og ein uppi á spæliplássinum. Tá ein keypti atgongumerki, so fylgdi púta við, sum kundi blásast upp og hendan gjørdi tað ikki minni lagaligt at sita niðri á sandinum og tosa við fólk, samstundis sum lurtað var eftir framúr góðum tónleiki.
Veðrið var eisini gott, sjálvt um tað regnaði í løtum. Sigast má, at rættuligt festivalveður var. Fólk vórðu eisini komin úr eitt nú Danmark og Íslandi.
Sum eg segði í byrjanini, so var festivalurin sera væl fyrireikaður. Umframt tónleikin, so var møguleiki at royna vatnskootara, keypa sær eitthvørt til matnað við borð, sum vóru sett upp uttanfyri, har ein sá oman á pallin á sandinum. Eisini vóru básar settir upp, har ymiskt var til sølu, sum eitt nú G-blusur, hálsketur og annað.
Hugaligt var at síggja, at tað ikki bert vóru ung, ið høvdu leitað sær til G-festivalin. Fleiri eldri fólk vóru eisini og komst hetta helst av at tónleikurin var sera flølbroyttur.
Í mínari verð: "Ársins tónleikatiltak".
Skrivað og tikið myndir:
Hannefía Joensen




