Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gadus fer fyrsta túrin í dag

Jákup Ósá

Nýggi trolarin fer fyrsta túrin í dag.

Tað hevur gingið skjótt at gjørt trolaran kláran og kl. 16.00 í dag mynstrar manningin. Gadus fer í norskan sjógv at fiska. Vanliga eru 32 mans við, men fyrstu tíðina verða 40 mans við, tí partur av hinari manningini skal koma at kenna skipið.