Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Gadus í russiskum sjógvi

Oliver Joensen

Fyri løtu síðani tosaðu vit við John Fuglø, skipara á Gadus. John Fuglø sigur, at teir eru í russiskum sjógvi einar 40 fjórðingar frá markinum. Fiskiskapurin er smáligur, so smáligur, at eg haldi ikki at eg havi verið við Gadus ein túr har tað hevur gingið spakuligari at fáa upp í lastina enn hendan túrin. Vit hava verið her eysturi í skjótt tveir mánaðir og hava 260 tons. Tó sigur hann, tá tað bragdar, so kann ganga skjótt.

Eg spurdi eisini hvar teir vóru í mun til russiska skipið, sum gekk burtur í nátt. John Fuglø, sigur, at Gadus er einar 285 fjórðingar longur vesturi enn russiska skipið. Tað svarar á leið til teinin ímillum Føroyar og Ísland. Hjá okkum er nakað av vindi, men onki soleiðis, her eru -2 hitastig í dag og vit hava tað sera gott her.

Eg rokni við, sigur hann at enda, at um hálvan januar, tá man túrurin hjá okkum fara at halla.

PS: Hanus Samróð frá Fishfacts hevur sent okkum hesa myndina, ið avmyndar Gadus og Sjúrðarberg í russiskum sjógvi í dag:

Harleyfacadeacryl