Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gadus kom í gjár

Jákup Ósá

Gadus kom aftur í góðveðrinum í gjár við umleið 770 tonsum.

Gadus fór avstað 12. Juni og kom aftur í gjár 25.juli. So talan er um góðan túr. Gadus legði at bryggju í fyrstihúsinum á vestara landinum. Tá Norðlýsið var framvið við myndatólinum, var landingin júst byrjað. Inni á gólvinum í frystihúsinum vóru ymisku støddirnar flokkaðar. 

Skipari hendan túrin var Brandur Joensen.