Gadus hevði 537 tons í gjárkvøldið, meðan Sjúðarberg kom á fiskileið í vikuni.
Vit frætta frá trolarunum eystanfyri, at fiskiskapurin hevur verið betri seinastu dagarnar, men at tað annars hevur verið smáligt í eina tíð. Gadus hevði í gjárkvøldið 537 tons inni, har meginparturin er toskur. Sjúrðarberg kom í vikuni á fiskileið og fer nú eins og Gadus at royna eftir toski í russiskum sjógvi.




