Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamalt skipsróður komið úr útgrevsturi á Bedingini í Klaksvík

Oliver Joensen

 KSS ger stórar broytingar á sleipistøðina í Klaksvík. Løpið verður at kalla gjørt av nýggjum, og grivið verður út.

Í hesum sambandi er eitt forvitnisligt róður komið fyri ein dag. Róðrið er stórt, tveir metrar høgt og góðan metur breitt. Teir á KSS hava tosað aftur og fram um hvat hetta er fyri róður og eru samdir um, at hetta má vera frá einum deyðsiglara, tíð onki sæst til farvegin eftir skrúvuvatninum á róðrinum. 

88 ára gamli Óli Lydersen, ið kom á timbursmiðjuna á bedingini at arbeiða í 1946 sigur, at róðrið er í hvussu so er komið at liggja har áðrenn 1948, tí tá høvdu teir bedingina uppi og tað er heilt víst, at tað er ikki komið at liggja har í hansara tíð.

Óli Lydersen heldur, at róðrið er av eini skonnart, tí tað er ov stórt at vera av eini slupp, men hvør skonnartin er veit ongin nakað um.

Hvat verður av róðrinum veit ongin í løtuni, men møguliga kemur Føroya Sjómannadagur upp í leikin her, hvør veit.