Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamla oljugoymslan á Kósini dálkar fuglin

John William Joensen

Í brunnunum við gomlu oljugoymsluna á stongunum er tungolja – sum dálkar fuglin

Fólk, sum búgva á Kósini, hava varnast at seinastu dagarnar hava nógvar likkur rokast við gomlu oljugoymsluna.

Her var eitt nú ein stóru tangi við tungolju – men hann er tikin niður fyri fleiri árum síðan.

Tó hevur tungolja framhaldandi ligið í brunnunum og so leingi oljan hevur verið avkøld – og storknað – hevur hon ikki dálkað.

Men sólin smeltar oljuna – so hon nú er flótandi – og dálkaður fuglur er at síggja allastaðir kring vánna