Bilaframsýning við Waagbilar, listaframsýning við Eyðun av Reyni og Gutti Winther borðreiðir við spennandi hummarasuppu.
Leygardagin og sunnudagin frá kl. 13.00 – 18.00 hevur Waagbilar bilaframsýning uttanfyri Gamla Seglhúsið og hava teir nógv góð tilboð í samband við Sjómannadagarnar.
Í hesum sambandi verður eisini navnframi kokkurin Gutti Winther í Gamla Seglhúsinum og borðreiðir við sera spennandi hummarasuppu og annað gott leygardagin frá kl. 14.
Umframt hetta hevur Eyðun av Reyni listaframsýning og kunnu vitjandi njóta góðan mat, list og fáa eitt gott bilprát.
Øll eru hjartaliga vælkomin




