Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamla SEV linjan um Haraldssund kvett

Oliver Joensen

Í morgun var seinasta SEV linjan tvørtur um Haraldssund tikin niður og Jón Nielsen, deildarleiðari á rakstrardeildini hjá SEV, sigur at hettar er ein liður í eini miðvísari ætlan at taka allar loft-linjur í landinum burtur. Gamla linjan var sett upp miðskeiðis í 1960 unum og vigaði næstan eitt tons

Í morgun var seinasta SEV linjan tvørtur umHaraldssund tikin niður og Jón Nielsen, deildarleiðari á rakstrardeildini hjáSEV, sigur at hettar er ein liður í eini miðvísari ætlan at taka allarloft-linjur í landinum burtur. Gamla linjan var sett upp miðskeiðis í 1960 unumog vigaði næstan eitt tons

Tað gekk alt sum ætlað tá saksurin varð setturá seinastu SEV linjuna sum seinastu 50 árini hava hingið tvørtur um Haraldssundog veitt streym til Kunoynna og víðari til Kalsoynna.

Fyri kortum varð sjókaðal lagdur tvørtur umHaraldssun og hann liggur einar 50 metrarar frá byrgingini. Av tí at einginendalig avgerð er tikin hvussu byrgingin um Haraldssund skal síggja út íframtíðini valdu vit at leggja kaðalin eftir havbotninum og ikki í sjálvabyrgingina.

Hetta er alt partur í miðvísari ætlan harallar linjur sum hanga í luftini verða niðurtiknar, soleiðis at netið hjá okkumikki verður so ávirkiligt í samband við veðrið.

Linjur eru framhaldandi tvørtur umKalsoyarfjørð og Leirvíksfjørð, men eg vanti at hesar verða burtur innanfyrieitt fimm ára skeið.