Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gamla Tritonus kórið, Diabolus kemur til Føroyar.

Frits & Dávur – savnsmyndir

Diabolus hevur konsert í Fuglafjarðar kirkju Kristi himmalfarðardag, fríggjadagin 27. mai kl. 19.00 og í Vesturkirkjuni kl. 16.00 sunnudagin 29. mai.

Væl av vatni er runnið í á, síðani Tritonus var her á landi seinast undir leiðslu av John Høybye. Jú, John er sanniliga ein Guds vinur, sum hevur nørt um kórsangin víða um og sett síni vøkru spor í føgrum randhvítum ljómi, sum enn livir í okkara sinni. Hetta er sætta ferðin, kórið kemur til Føroyar. Her á landi setti kórið føtur í bekk fyri 50 árum síðani.

Fyrra hvítusunnudag 1984, varð tann nýggja kirkjan í Fuglafirði vígd. Annan hvítusunnudag hetta árið varð ein kantata sungin, sum Alexandur Kristiansen hevði skrivað tekstin til, og John Høybye hevði tónsett. Annan hvítusunnudag 1. juni 2009 – 25 ár seinri varð ein onnur kantata sungin, sum John Høybye eisini tónsetti, har Frits Johannesen hevði skrivað tekstin við íblástri úr sálma Dávids nr. 84. Verkið var fyri blandað kór, sopransolo (Arina Bishoff) og orkestur (orgul, klaver, strúkarar, kontrabass, trompet og purkussion.)

Jú, John er ein føroyavinur og hevur verið við kóri sínum, Tritonus á kórstevnu í Tórshavn í 1997, tá John eisini kom til Fuglafjarðar og hevði eina sera vakra konsert í Fuglafjarðar kirkju.

Hetta verður ein sjáldsom konsert komandi fríggjadag kl 19.00 har Hope and The immortal Bach kemur á breddan og ein úrmælingur innan orgultónleik, Mads Granum fer at spæla undir. Mads er klaver- og urgululeikari og hevur lagt lunnar undir eina altjóða gongd  við  rytmiskum kirkjutónleiki.

John Høybye, sum hevur stóran alsk til gamla Gentukórið og Fuglafjarðar sangkór, hevur biðið um, at tey skulu vera við á konsertini hesaferð eisini.

Gentukórið fer at syngja Djúpt í dali og Summi fólk. Tann fyrri er ein umyrking av Evu Chortsen, sum Frits hevur gjørt, og John eigur lagið. Frits leiðir kórið. Summi fólk hevur Mads Nielsen yrkt, Ismar Joensen týtt og Jógvan á Lakjuni gjørt lagið til og leiðir hann eisini kórið. Eyðun á Lakjuni spælir undir upp á klaver.

Fuglafjarðar sangkór fer undir leiðslu av Heðini Kambsdal at syngja Nú rennur sólin fríð, sum John Høybye hevur útsett fyri blandað kór.

Fríggjadagin 26. mai kl. 19.00 verður kórnostalgi í Fuglafjarðar kirkju