Óluva Klettskarð, forkvinna í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar Býráð, sigur at tað í sjálvari byggiprosessini ikki er avsettur peningur til listprýði, men ein bólkur er settur at arbeiða við hesum og sum skilst er ætlanin at gamlar myndir úr Klaksvík, sum Per á Hædd eigur, skulu pryða veggirnar.

– Býráðið hevur annars samtykt at í samband við nýbygging skulu 1,5% setast av til listprýði men samtyktin var ikki komin tá man avgjørdi at fara í holt við at byggja nýtt røktarheim.
– Tí hava vit sett ein bólk at taka sær av hesum og sum skilst er ætlanin at gamlar foto myndir úr Klaksvík og Norðoyggjum sum Per á Hædd eigur skulu prýða veggirnar, sigur forkvinnan í Sosialunevnd í stuttari viðmerking.