Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamli KÍ venjarin heldur fram sum hjálparvenjari

Jákup Ósá

Venjarin sum árini 1996-1998 við hepnari hond vandi KÍ, heldur fram sum hjálparvenjari á A-landsliðnum.

– Menningin, sum fer fram í løtuni, er stór, og tað ynski eg framhaldandi at vera partur av. Eg havi eisini fingið stóra virðing fyri hvørjum einstøkum spælara. Teir vísa altíð góðan hugburð, og avrika yvir væntan, eisini tá avbjóðingarnar eru risastórar, sigur Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá A-landsliðnum við heimasíðuna hjá FSF.

Fyrr í ár varð sáttmálin millum Fótbóltssamband Føroya og A-landsliðsvenjaran, Lars Olsen longdur við fýra árum, og nú er greitt, at hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen eisini heldur fram í starvinum.

– Tað er við opnum sinni, at eg haldi fram. Seinasta undankappingin hevur verið sum ein nýggj byrjan fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Tað tykist sum vit tora betri at bjóða av og at spæla fótbólt. Úrslitini hava eisini verið góð, og eg trúgvi veruliga, at okkara landslið saktans kann menna seg nógv meir, sigur Jóannes Jakobsen.

Nýggi sáttmálin millum FSF og Jóannes Jakobsen er galdandi næstu tvey árini.

Næsta uppgáva hjá føroyska A-landsliðnum verður 6. september komandi ár, tá Føroyar og Ungarn møtast í HM-undankappingardysti á Tórsvølli.