icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gamli kirkjugarðurin

John William Joensen

Tað er sjálvandi vit eitt sindur av sorgblíðni at vit í teim komandi døgunum skulu vera vitnið til, at gamli kirkjugarðurin í Vági nú skal broytast og sjálvur garðurin takast niður og byggjast nakað uppaftur.

Hetta á takið hevur verið upp á tal í áravís og ikki er sørt, at mótmæli millum ár og dag eru komin har borgarar hava hildið at gamli kirkjugarðurin skal fáa frið og hava loyvi at standa sum eitt minnið um farna tíð.
Vágstún við kirkjugarðinum har hevur fram til dagin ídag verið torgið, har almenn tiltøk hava verið hildin í Klaksvík.
Nú vit hava fingið eina neyva býarætlan og fara undir at byggja meira upp niðri við Sandin, er lítil ivi um, at trýstið á Vágstún, tá ið ræður um almenn tiltøk fer at linkað.
Upp undir jólini seinast, vóru tey fleiri sum førdu fram, at vit áttu at havt funnið annað stað til jólatræið í Vágstúni, tí við teim broytingum, ið longu eru gjørdar við umleggjing av ferðslu í samband við rundkoyringina í miðbýnum, sýntist træið eitt sindur forfjónað, har tað stóð eitt sindur kroyst í Vágstúni og noyddist at geva pláss fyri ferðsluni ígjøgnum túnið. Tað var líka sum um, at sjálvt Vágstún ikki longur var miðdepilin, hóast ilt var at fáa eygað á nakran eyðsýniliga blett, ið kundi avloysa Vágstún.
At tað ikki var eyðsæð hvar miðdepilin skuldi vera, um so var at Vágstún ikki var miðdepilin kemst helst av at býarætlanin leggur upp til størri fokus á Sandin, tó at enn lítið ítøkiligt er at síggja við Sandin enn, sum kundi draga okkum til sín.
Roknast kann við, at vit um nøkur ár fara at savnast niðri við Sandin til almenn tiltøk og tí kann roknast við at friðarligari og og meira frítt verður í Vágstúni, tí er ivaleyst rætt av býráðnum, at gera henda vakra blettin til nakað, sum øll, ið búgva í Klaksvík ella sum vitjað higar kunnu dvalast við og njóta sum eitt hugnaligt og søguligt øki.
Høgi múrurin, sum ídag er kring kirkjugarðin er ikki innbjóðandi og tí er sera sjálvdan at vit síggja fólk inni í kirkjugarðinum í Vágstúni, hóast bletturin er ein sonn perla í býarmeldrinum.
Allar broytingar kosta og býarætlanin fer eisini at hava við sær, at sumt, sum okkum hevur dámt hvørvur og tí er umráðandi at vit fáa meira enn vit missa, tá vit broyta umhvørvið og tað er sannlíkt, at vit fara á fáa meira fyri minni við at gera skynsamar broytingar í Vágstúni.
Vágstún við kirkjugarðinum er søguligt stað og tað eiga vit at varðveita, men um tú veruliga hyggur gamla garðin kring søguliga plássið væl ígjøgnum, so verður tú skjótt varðugur við at garðurin er blandingur av lagaðum garði og betongi frá ymiskum tíðarbilum og tí sum so væl tolir enn eina umbygging, sum betur hóskar tíðini ídag. Men tað fer heilt víst at vera við ikki sørt av sorgbíðni at vit, sum hava traðkað okkara barnaskógvar kring "gamla kirkjugarð", fara at hyggja at, tá sjálvur garðurin gamli fer at hvørva.