Í 2006 tók Svínoyar Kommuna avgerð um at byggja eitt røktarheim í oynni og landið játtaði stuðul til raksturin. Men tá farast skuldi undir byggingina mælti landsstýri til at kommunan gekk saman við aðra kommunu um byggingina, og tí fóru samráðingar í gongd við Klaksvíkar Kommunu.
Tey sum stóðu fyri eldrarøktini í Norðoyggjum vóru sera spent uppá verkætlanin. Umframt at Gamligarður skuldi hava fastbúgvandi fólk varð arbeitt við einum nýggjum hugskoti, um at hava nøkur tilboð til búðfólk á øðrum røktarheimum og stovnum í styttri tíðarskeið kundu hava møguleika at velja at búgva á heimunum í Svínoy.
Samráðingarnar endaðu við at Svínoyar Kommuna bleiv partur av Klaksvíkar Kommunu, men so steðgaði alt upp.
Kommunan í Klaksvík hevði lánt ov nógvar pengar og tá so inntøkurnar í 2008 – 2009 bráddliga minkaðu varð Klaksvíkar Kommuna sett undir umsjón. Klaksvíkar Kommuna avgjørdi at byggja Heimið Við Vánna, og tí var ikki pláss fyri at játta pening til røktarheimið í Svínoy, hóast, Klaksvíkar Kommuna hevði fingið pengar frá samanleggingini til júst hesa verkætlanina.
Síðani bleiv innanhýsis ósemja um verkætlanina og endin var at ætlanin at byggja heim á Svínoynni vóru sleptar.
Jógvan Edmund á Geilini, sum sæt í bygdarráðnum tá samanleggingin var framd, sigur at mørk vóru ikki fyri hvørjar umberingar sum vóru brúktar av teimum, sum ikki vildu at røktarheimið í Svínoy skuldi gerast veruleiki.
Eitt av høvuðsargumentunum var at eitt røktar heim mátti hava beinleiðis atgongd til eitt sjúkrahús???
Gamligarður eitt sera væleydnað projekt
Gamligarður sum nú verður brúktur sum bygdahús úti í Svínoy og sum Norðoya Kunningarstova umsitur, er júst sami bygningur, ið annars var ætlaður til røktarheim.
Einasti munurin er at tvey rúm, sum ætlað vóru til búðfólk eru tikin uppí stóru stovuna so hon kann rúma fleiri fólkum.
Í húsinum eru 8 dupultkømur við brúsu og vesið. Hvørt sovikamari hevur dupultsong og tvær koyggjur, sum kunnu leggjast saman. Byggingin líkur øll nútíðar krøv og húsini eru sera væl bjálvaði og hava umframt gólvhita, eina ventilatiónskipan til hvørt rúm í húsinum.
Umframt køk og uppvaskirúm hevur húsið ein innbygdan hjall.
Upp til 32 fólk kunnu gista í Gamlagarði í senn.
Jógvan Joensen og Kristian Jacobsen, hava staðið fyri timburarbeiðinum.
Norðhús hevur inniloka húsini.
Norðoya Blikksmiðja hevur gjørt ventilatión og hita.
Jákup Pauli Jacobsen hevur staðið fyri tí eletriska.
Anskar Hansen gjørt málingararbeiði.
Henry Sjóstein hevur lagt gólv á.
Gamligarður varð liðugur á Jólum 2017 og við øllum installatiónum kostar húsið einans 14.000,- pr. m2.
Tilsamans er fermetrar prísurin er kr. 16.000,- pr. m2. Tá er Innbúgv, grevstur og planering fyri bygninginum íroknað.
Verkætlanin má sostatt telja millum bíligastu almennu byggiætlanirnar í danska ríkinum og tá skal man hugsað um at byggingin er á útoyggj har trupult annars er at fáa maskinir og byggitilfar til oynna

















