Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

GANGA HEIMANÍFRÁ TIL GOMLU HEIMBYGDINA

Oliver Joensen

62 ARA GOMUL HJÚN AV ARGJUM, – ÆTTAð ÚR KLAKSVÍK-,GANGA HEIMANÍFRÁ TIL GOMLU HEIMBYGDINA.

Tey hava siglt til Havnar við Britons Pride, SMYRLI, PRIDE, Yvir land til Heiðarnar og við Mjólkabátinum til Havnar og seinni Yvir land til Toftir og við TRÓNDi til Havnar og seinastu mongu árini við DÚGVUNI og TERNUNI millum Lorvík og Klaksvík  og  síðani við  bili.Men ongantíð hava tey gingið úr Suðurstreymi til Klaksvíkar
 
Túrurin byrjaði 2. páskadag av Argjum og  fríggjadagin (í gjár) klokkan 13.30 vóru tey í Lorvík. Nú bíða tey eftir at vera millum teirra, ið ganga gjøgnum undirsjóvartunnilin í morgin. Sostatt verða tey millum tey fyrstu sum hava gingið allan teinin Argir – Klaksvík uttan annan flutning.  
 
Fyrsta dag: Argir-Havnardal -Neytaskarð.
Annan dag:Mjørkadalur-Hundsarabotnur Leynnavatn.
Triðji dagur: Rættará-Dalurin Lítli-Goturshálsur-Hóvábrekka Dýnugil-Hvalvíksskarð-Kellingarsteinur-Rossaryggur-Hvalvík-Brúgvin-Hvítabrúgv (rundkoyringin)-Eysturoyar bergholsmunni
Fjóri dagur:Tingheyggjurin-Skarðið undir Nøvuni-Høgi Hvíthjalli-Tippafossur-Skálabotnur.
Fimti dagur:Valaknúkar-Rossastígar-Trælavatnaskarð-Trælavatn-Skarðsbrúgv-Tyrilsenni-um skriðurna (gamli lorvíksvegur)-Lorvík.
 
Túrurin hevur gingið sera væl. Drúgvast var túrurin av Leynavatni til Hvalvíkar, ið tók stívliga 6 tímar. Nógvar fannir vóru, ið longdu um túrin. Dýnugil ber sítt navn við røttum. Sólin skein meginpartin av túrinum(mikudagin). Rættiliga fitt av heiðafugli.Láin, Tjaldur og Mýrusnýpa og ikki sørt av harum.Nógvar Likkur við Trælavatn.
Eyðvitað skuldu tey yvir væl av hegnum. Ongastaðni sóust hegnstigar. Tað var bert við Markà á Kambsdali, at píkatráður var yvir hegnunum.
Ringast var at ganga úr Kollfjarðadali til Leynnavatn í myrkri við regni og vátakava, serliga tí har var mikil bilferðsla.
Fólkini eru Karin Kj’ølbro og Ørvur Thomassen, ið eru flutt úr Klaksvík fyri 45 árum síðani.