Á tingfundinum mikudagin í næstu viku fer Kaj Leo Johannesen at seta løgmanni fyrspurning um tað, sum løgmaður segði í tinginum næstseinasta mikudag viðvíkjandi stjórnarskipanarlógini.
· Er tað rætt, sum løgmaður boðaði frá á tingfundinum tann 20. februar, at stjórnarskipanarlógin liggur í løgtingi-num ?
· Um tað er rætt, kann løgmaður so greiða frá, hvussu hetta skal skiljast, tá einki uppskot um stjórnarskipan liggur í løgtinginum í løtuni, og heldur einki nevndararbeiði sum hevur við stjórnarskipanarlógina at gera, er í gongd í løgtinginum ?
· Um stjórnarskipanarlógin ikki liggur í løgtinginum, kann løgmaður so greiða tinginum frá, hvar málið so liggur ?
Hesar spurningarnar fer formaður Sambands-floksins, Kaj Leo Johannesen at seta løgmanni á tingfundinum mikudagin í næstu viku, tá munnligir fyrispurningar eru á skránni.
Fólkaatkvøða um hvat ?
Á tingfundinum tann 20. februar setti Kaj Leo Johannesen løgmanni ein munnligan fyri-spurning í 4 punktum um stjórnarskipanarlóg-ina. Millum annað varð spurt, um landsstýrið ætlar, at stjórnarskipanarlógin skal verða undir, ella koma ístaðin fyri donsku grund-lógina, um hon skal vera í samsvari við donsku grundlógina, og um uppskotið, so-leiðis sum tað nú sær út, kann setast óbroytt í gildi undir verandi skipan.
Orsøkin til at spurningurin varð settir, var, at spyrjarin metti tað vera rímiligt, at fólkið, sum sambært samgonguskjalinum skal á fólkaatkvøðu um stjórnarskipanarlógina í 2010, fær at vita, hvat tað er fyri ein lóg, ið atkvøðast skal um.
Ógreitt svar
Løgmaður gav ikki nakað greitt svar uppá fyrispurningin, men undir orðaskiftinum segði hann millum annað, at stjórnarskipanin liggur í løtuni í løgtinginum. Men ilt er at fáa eyga á, hvat løgmaður meinti við hesum, tí staðfestast má, at einki uppskot liggur í løgtinginum um stjórnar-skipanarlógina, og grein 25 nevndin, sum løgtingið valdi í mai mánað í fjør at arbeiða við stjórnarskipanarlógini, er ikki til longur. Tí fer Kaj Leo Johannesen at seta løgmanni nýggjan fyrispurning, har hann biður løgmann greiða frá hvat hann meinti við, tá hann á tingfundinum tann 20. februar upplýsti, at stjórnarskipanarlógin liggur í tinginum.




