Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gávan er ein viðurkenning av Klaksvíkar sjúkrahúsi

Karl H. Johansen, Borgarstjóri

Í ár fyllir Klaksvíkar Sjúkrahús 125 ár, og vinnufyritøkur í somu bygdum og býum, har fólkið í 1898 settu sjúkrahúsið á stovn, hava ógvuliga hóskandi givið føðingardagsbarninum eina stórfingna føðingardagsgávu, sum øll áttu at verið glað fyri. Sum borgarstjóri í Klaksvík havi eg ikki orð fyri, hvussu eg frøðist um hesa stórfingnu gávu!

 

 

Vit hava bundið okkara oyggjaland saman við góðum vegum, tunlum, brúgvum og undirsjóvartunlum fyri samanlagt milliardir av krónum, júst fyri at kunna gagnnýta íløgurnar kring ríka land okkara uttan at sjálv staðsetingin verður so avgerandi.

Hetta argumentið verður mangan brúkt av teimum, sum vilja flyta almennar tænastur til høvuðsstaðin, og tað er eisini rætt, at nú er styttri og skjótari hjá mongum at ferðast ómakaleyst og trygt til Havnar, eitt nú úr næst størsta býnum, Klaksvík, har undirritaði í dag eri borgarstjóri.

Vit í Klaksvíkar kommunu góðtaka og liva við hesi argumentatión á so mongum økjum, har borgarar her í økinum noyðast til Havnar fyri at fáa hjálp og tænastur. Sjálvandi gera vit tað.

Men samstundis mugu vit ikki gloyma, at allir hesir framúr góðu vegir, tunlar, brúgvar og undirstjóvartunlar hava gjørt tað styttri, skjótari og tryggar at ferðast BÁÐAR vegir, altso eisini hinvegin, tvs. til Klaksvíkar sjúkrahús, har vit longu í dag hava eitt sera væl virkandi sjúkrahús, sum søguliga hevur slóðað fyri mongum framstigum á heilsuøkinum.

Tí er ein stór andsøgn í argumentatiónini, tá ein bara kann góðtaka hana annan vegin.

Klaksvíkar sjúkrahús hevur upp gjøgnum hesi 125 farnu árini tikið mong tøk og bygt upp fleiri ymsar planlagdar viðgerðir innan fleiri hóskandi serøki, sum liggja sera væl á KS, sum eisini sæst aftur í mongu nøgdu kundunum hjá sjúkrahúsinum.

Jóhan Poulsen er serlækni í kirurgi og urologi og hevur við sínum drúgvu royndum verið við til at ment viðgerðina á hesum økjum, bæði her heima og uttanlands.

Tá ið ein slíkur persónur, sum betur enn nakar kennir til hesi viðurskifti – eisini á Klaksvíkar sjúkrahúsi – tekur fult undir við, at KS fær henda skannara, so eru vit í tryggast møguligum hondum til at taka gleðiliga ímóti hesi stórfingnu gávu frá lokalu vinnufyritøkunum her í økinum.

Sum borgarstjóri eri eg ómetaliga takksamur og stoltur av, at vit her í økinum eiga slíkar vinnufyritøkur, sum ikki bara eru dugnaligar, men eisini sýna solidariskan hugburð yvir fyri tí samfelag, tey eru partur av og virka í.

Hjartaliga tillukku við føðingardegnum og við stórfingnu gávuni, Klaksvíkar sjúkrahús!

Karl H. Johansen

Borgarstjóri