Gamla Spinnaríið í einari nýggjari tíð
Klaksvíkar kommuna fekk handað Gamla Spinnaríið sum gávu frá Niels Mortensen 1. juli 2009. Eftir hetta var farið undir at stovna Grunnin Spinnaríið. Stýrið hevur áhaldandi sitið og arbeitt við verkætlanini. Tey hava verið íðin og áhaldandi, sjálvt um tað til tíðir hevur kenst trupult. Frá at vera ein størri verkætlan við 1-2 byggistigum á tilsamans 9 mió. kr., er verkætlanin nú broytt til 1 byggistig á 5,9 mió. kr. Kommunan letur 3 mió. kr. til íløgupartin, sum verður útgoldin tá ið verkætlanin stendur liðug. Eisini hevur Klaksvíkar kommunu givið tilsøgn um rakstrarstuðul á 300.000 kr. um árið, tá virksemi kemur í bygningin.
Hetta kann eg bara fegnast um. Vit hava havt ov stórt lyndið til at burturbeina alla fortíð. Vit ríva niður, vit byggja um og vit nýmótansgera alt ov nógv. Rákið rundan um okkum er tí betur broytt í dag, og er hetta rák eisini við at vinna frama her hjá okkum. Hetta er í tøkum tíma. Vit eiga at kenna okkara fortíð, og vit eiga at geva henni pláss og viðurkenning. Uttan tilvitan um okkara fortíð eru vit fátøk. Hon styrkir okkara samleika og gevur okkum mentanarvirði.
Vit fáa nú “Gamla Spinnaríið” umvælt til tað, vit hava kent bygningin fyri. Vit fáa tað gamla og ráa inn í nútíðina. Spinnaríið fær loyvi til at halda fram við sínum søguliga bygningi, samstundis sum fólk við virðing og kenslum fyri húsunum, fara at fjálga og hugna um. Felagið “Knitting Faroes” við Spinnarí “MONA” og felagsskapurin Samognin, sum er fyri tey við áhugað innan bátasmíð, vera fastir brúkarar av húsinum. Almannagagnlig og ferðavinnulig tiltøk vera eisini í hesum søguliga húsið, sum bara við at vera til, sigur okkum sína søgu.
Vit kunnu øll bara gleðast um, at henda megnar gáva nú loksins verður útpakkað!
Signhild V. Johannesen, býráðslimur




