Endaliga úrslitið fyri landsinnsavningina 2013 hjá Reyða Krossi er nú greitt. Og enn einaferð kann Reyði Krossur Føroya staðfesta, at føroyingar stuðla hjálpararbeiðinum. Inn komu 817.000 krónur.
Endaliga úrslitið fyri landsinnsavningina 2013 hjá Reyða Krossi er nú greitt. Og enn einaferð kann Reyði Krossur Føroya staðfesta, at føroyingar stuðla hjálpararbeiðinum. Inn komu 817.000 krónur.
“Hetta er besta úrslit nakrantíð. Vit eru ógvuliga takksom fyri stóra stuðulin og álitið frá føroyingum,” sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi.
Innsavnaði peningurin verður brúktur til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi bæði úti í heimi og í Føroyum.
“Í Reyða Krossi Føroya vilja vit fegin takka øllum, ið stuðla og vísa okkum álit. Vit takka teimum meira enn 400 sjálvbodnu, ið hava hava nýtt fleiri tímar at ganga við bússum. Eisini takka vit privatfólki, fyritøkum og teim fýra føroysku peningastovnunum og starvsfólki teirra, ið á ymiskan hátt hava stuðlað í sambandi við landsinnsavningina hjá Reyða Krossi,” sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi.
Reyði Krossur Føroya fer nú at senda umleið helvtina av innsavnaða peninginum frá landsinnsavningini til neyðhjálpararbeiði í Sýrialandi, har fleiri millónir flóttarfólk, meira enn helvtin eru børn, flýggja undan krígnum og ræðuleikum.
Hin helvtin er til bráðfeingis hjálp, so at Reyði Krossur, beinanvegin ein vanlukka rakar, kann veita hjálp, og til sosiala virksemi hjá Reyða Krossi í Føroyum.




