Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gekkurin hóttir við at seta met

John William Joensen

Í kvøld kann Gekkaspælið hjá KVF seta met um eingin vinnari verður til tær 1,6 mió. kr. sum spælt verður um. Vanliga verða umleið 5.000 gekkar seldir um vikuna, men síðan gekkavinningurin fór upp um milliónina hevur sølan veruliga tikið ferð á seg og seinastu vikurnar eru omanfyri 30.000 gekkar seldir hvørja viku.

Hetta er 21. ferðin at roynt verður at finna ein gekkavinnara og verður gekkurin ikki vunnin í kvøld ferð gekkavinningurin upp um 1,7 mió.kr. sum er gamla metið, ið sett varð í 2014.

Í seinastu viku fór sølan av gekkum upp um 35.000 gekkar og vantandi verða enn fleiri gekkar seldir í kvøld, tí sum skilst gongur sølan sera væl.

Tá flest gekkar hava verið í umfar vóru umleið 47.000 gekkar seldir í somu viku og um hetta meti ikki verður sligið í kvøld er vantandi at tað verður næstuferð – um altso eingin ferð av stað við vinninginum í kvøld.