Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gentur 14 hjá KÍ vunnu futsal

Ítróttur

Gentur 14 hjá KÍ tryggjaðu sær í dag sigurin í Futsal kappingini hjá FSF.

Futsal er innandurakapping, sum serliga leggur dent á tekniskan fótbólt. FSF skipar fyri kappingini, sum koyrir gjøgnum vetur. KÍ hevur leingi ligið langt á odda í kappingini av teimum íalt 8 liðunum. Og í dag gjørdist tað so endaliga staðfest, at KÍ hevur vunnið kappingina. Hetta er er fyrsta futsal kapping, sum KÍ nakrantíð vinnur.

Myndin er av vinnarunum: Aftast frá vinstru: Vivia Leivsgarð, Amanda Johannesen og Hanna Poulsen

Í miðjuni frá vinstru: Victoria á Lakjuni, Durita í Frammistovu og Sharon í Geil

Fremst: Marjun Elida

Venjarar: Petur í Gong Heini Gregersen