Týskvøldið var oddadystur í KÍ-høllini millum gentur 16 hjá Stjørnuni og StÍF.
Undan dystinum hevði StÍF eitt stig meira enn Stjørnan. úrslitið av sera spennandi og undirhaldandi dystinum varð, at Stjørnan vann 23-18, og liggur nú á odda við 17 stigum, meðan StÍF á øðrum plássi hevur 16 stig.
leygardagin fellur avgerðin um, hvat lið verður meistari. tá verður seinasta umfar leikt, og Stjørnan skal á heimavølli leika móti VÍF, og vinnur Stjørnan dystin, verða tær meistarar.
Nærri verður fráboðað seinni um nær dysturin verður.




