Avgerandi dysturin var í KÍ høllini í dag.
Við einum 20-16 sigri á Neistanum tryggjaðu G17 hjá Stjørnuni sær í dag fm-heitið
Lagt varð upp til eina sanna finalu, tá oddaliðini hjá G17 Stjørnan og Neistin hittust í KÍ-høllini á seinasta leikdegnum. Støðan undan dystinum var tann, at Neistin lá á odda við 21 stigum, meðan Stjørnan á øðrum plássi hevði 20 stig. Skuldi Stjørnan gera sær vónir um at vinna meistaraheitið, skuldi dysturin vinnast, meðan Neistin kundi klára seg við einum javnleiki.
Stjørnan kom betur frá byrjan, og fekk eina leiðslu uppá 3-4 mál, og hesa leiðsluna hildu tær til hálvleiks. Hálvleiksstøðan var 11-8 til Stjørnuna.
Fyrstu løtuna í seinna hálvleiki fyldust liðini, men so kom stíður í málskjótingina hjá Stjørnuni. Fleiri upplagdir málmøguleikar blivu misnýttir, og spakuliga minkaði munurin millum liðini. Tað eini løtu stóða jøvnum, og rættiligur spennigur var í dystinum. Men nærri enn einum javnleiki kom Neistin ikki. Næstu løtuna lá betur fyri hjá Stjørnuni at fáa mál, og sást tað á øllum brøgdum á stjørnugentunum, at tær vildu vinna dystin, tær stíddust fyri hvørjum bólti, og tað bar á mál. Endaliga úrslitið gjørdist ein fult uppiborin 20-16 sigur til Stjørnuna, og meistarheitið var í hús. Tað vóru nakrar ovurfegnar stjørnugentur sum dansaður sigurdans, tá dysturin bleiv avblástur.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Tóra Eliasen 8, Katrin Bertholsen 5, Monika P. Jacobsen 3, Sonja Sirdal 2, Miriam Bethuelsedóttir 1 og Poulina Fuglø 1
Norðlýsið ynskir Stjørnuni hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.




