Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gentur 17 hjá Stjørnuni kunnu gerast føroyameistarar

Grafia

Leygardagin 8. apríl kl. 14.00 tekur Stjørnan a í deildini G17 ímóti Neistanum og er hetta seinasti dystur og eisini avgerandi dystur um føroyameistaraheitið.

Leygardagin 8. apríl kl. 14.00 tekur Stjørnan a í deildini G17 ímóti Neistanum og er hetta seinasti dystur og eisini avgerandi dystur um føroyameistaraheitið.

Stjørnan hevur alt kappingarárið klára seg sera væl í hesari deildini og hava vit heili tvey lið í G17, sum er sera gleðiligt og sum gevur okkum góðar vónir um framtíðina í bestu deildini. A-liðið hevur alt kappingarárið liðið í toppinum meðan B-liðið, sum eru tær yngru leikararnir, liggja á 7 plássi og spælir b-liðið eisini sín seinasta dyst leygardagin móti H71 í Klaksvík kl. 13.

Heitt verður á norðoyingar um at møta fjølmentir fyri at stuðla okkara gentum!

Koyr á Stjørnan!