Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gentur 17a hjá Stjørnuni meistarar

Oliver Joensen

Við einum greiðum 34-13 sigri á VÍF staðfestu gentur 17a hjá Stjørnuni, at tær eru vinnarara av deildini. Tað var rættuliga fitta av áskoðarum møttir upp til dystin, og sóðu teir eitt til tíðir vælleikandi stjørnulið avgerða dystin longu í fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 18-2 til Stjørnuna. VÍF kom betur við í seinna hálvleiki, men tað var ongan tíð nakar ivi um, hvat betra liðið var. Endaliga úrslitið gjørdist 34-13 sigur, og harvið var meistaraheitið kappingarárið 2014-2015 staðfest.

Eftir dystin handaði Súsanna Lydersen frá Norðoya Sparikassa venjarum og leikarum heiðursmerkir og steyp.

Norðlýsið ynskir Stjørnuni hjartaliga tillukku við meistaraheitinum.