Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Gentur12 yvirraskaðu øll við at vinna bronsu

Oliver Joensen

Leygardagin 24. mars endaði kappingárið fyri gentur 12, har Stjørnan hevur havt 2 lið tilmeldaði. Stjørnugenturnar eru nýggjar í hondbólti og byrjaðu flest allar á fyrsta sinni at spæla hondbólt seinasta kappingarár. Stjørnan meldaði 2 lið til, hóast heili 27 gentur í hesum aldrinum hava verið til hvørja venjing. Lyklaorðið hevur verið menning alt kappingarárið og í byrjani var sera stórur munur á liðinum og tapti Stjørnan javnan við nógvum málum. Hóast tað hevur hugurin verður góður, og arbeitt hevur verið hart fyri at fáa genturnar at spæla góðan hondbólt.

Stjørnugenturnar hava støðugt ment seg gjøgnum kappingarárið og nú síðsti dystirnir blivu leiktir leygardagin gjørdist tað fløvandi at frætta, at bronsan kom til Klaksvíkar. A og b- liðið endaðu dagin úti á Gamla Seglhúsinum, har hjálparvenjarin Egil Johansen,  kundi handa gentunum medaljurnar.

Vit ynskja Stjørnugentunum hjartaliga til lukku við flotta úrslitinum!

Koyr á Stjørnan!