Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Geo Caribbean aftur á Pollinum

Dávur Winther

Seinnapartin í gjár kom Geo Caribbean aftur á Pollin og setti 15 mans av, sum skuldu á flogvøllin. Teir hava verið norðanfyri Føroyar og roynt útgerðina.

Eisini fór skiparin, Høgni Vest av og ein norskur skipari, sum hevur verið við henda royndartúrin, førir bátin niður til Frederikshavn, har báturin skal klárgerðast í tríggjar vikur. Jóan Magnus Johannesen fór við sum stýrimaður til Danmarkar, og hann førdi eisini MOB-bátin í dag.

Longu í næstu viku fer Høgni Vest avstað aftur til bátin at vera við til klárgerðingina í Frederikshavn. Sum fyrr greitt frá, kostaði báturin 800 mill. og útgerðin, sum er umborð, kostar aðrar 800 mill.