Stjórin á Dimmalætting, Georg L. Petersen, skilir ikki heilt Kringvarpsstjóran. Hann heldur at stovnurin átti at megnað hatta innanhýsis
Stjórin á Dimmalætting, Georg L. Petersen, skilir ikki heilt Kringvarpsstjóran. Hann heldur at stovnurin átti at megnað hatta innanhýsis
– At ein innanhýsis meting verður gjørd er einki óvanligt í, men at kringvarpið spyr seg fyri hjá fjølmiðlanevndini, skilji eg ikki. Talan er jú um ein myndugleika, sum skal taka avgerðir um brot á góðan fjølmiðlasið. Uppgávan hjá nevndini er ikki at vera vegleiðandi ella virka sum hoyringsmyndugleiki.




