Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerber: Leikarar skulu arbeiða hálva tíð í framtíðini

Jákup Ósá

NSÍ venjarin vónar, at tað í framtíðini kann bera til hjá leikarum í NSÍ at hava hálvtíðarstørv.

NSÍ venjarin vónar, at tað í framtíðini kann bera til hjá leikarum í NSÍ at hava hálvtíðarstørv.

Á heimasíðuni hjá NSÍ hevur venjarin, Anders Gerber, áhugaverda hugleiðing av árinum 2016 eins og hann hyggur í framtíðina. NSÍ venjarin vísir á, at NSÍ gjørdi framstig í stigum í 2016 og gjøgnum árið kom eisini ein menning í verjuspælinum, tí nógv færri mál fóru ígjøgnum í síðsta triðinginum av kappingini. Gerber heldur, at kappingin við hini liðini er hørð, men at samarbeiði skal vera lykilin til góð úrslit í NSÍ. Samarbeiði, sum skal geva eina synergi effekt, so at 2+2 verður 5, sum ein sigur í myndatalu. Gerber vísir eisini á, at í framtíðini verður nógv kravt av lokalu vinnuni, um NSÍ skal standa seg í hørðu kappingini. Leikararnir skulu hava arbeiði og í framtíðini vónar Gerber, at ein meir og meir fer at síggja, at leikararnir bara arbeiða hálva tíð viðsíðuna av fótbóltinum. Hetta tí, at krøvini til ein fótbóltsleikara eru so stór í dag. 

Les alla hugleiðingina hjá Gerber HER