Nýggi NSÍ venjarin greiðir frá, hví hann hevur tikið venjarastarv í Føroyum uppá seg.
Tað er ikki ein og hvør, sum NSÍ hevur fingið fatur á sum høvuðsvenjara. Anders Gerber er 39 ára gamal men hóast hetta, so tykist hann vera høgt virdur í Danmark, har hann eisini hevur havt fleiri størv á høgum støði og yvir longri tíð.
Bold.dk hevur havt stutta samrøðu við venjaran, har hann greiðir frá, at eftir fýra ár sum hjálparvenjari hjá Silkeborg, so legði hann seg nú eftir at blíva høvuðsvenjari.
– Eg skal geva frá mínari vitan og annars menna meg sum venjara. Vit skulu betra um okkara lið og so mugu vit síggja, hvat tað førir við sær. Tað verður ein spennandi avbjóðing, ið eg gleði meg nógv til, sigur Anders Gerber. Hann sigur, at hann hevur sæð nógvar upptøkur av føroyskum fótbólti eins og hann hevur tosað við fólk um deildina, sum hann metur liggur á einum støði við triðbestu donsku deildina ella botnin í næstbestu deildini. Umframt Effodeildina, so skal Gerber eisini hava ein leiklut í ungdómsarbeiðnum, har NSÍ seinasta ár vann bæði U16 og U18 kappingina. – So tað er nokk felagið við teimum bestu ungu leikarunum, leggur hann afturat.
Við hesi setanini og útmeldingunum hjá Gerber í huga, so tykist málið hjá NSÍ vera, at felagið skal stríðast um føroyameistaraheitið komandi ár. Tað skuldi heldur ikki verið órealistiskt, tí í 2015 endaði NSÍ á 2. plássi í bæði lands- og steypakapping.




