Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerðabøur – ein miskiljing ?

John William Joensen

Tað er ikki sørt øtkymlandi at lesa í fjølmiðlunum, at spurningurin um byggiloyvið til FK á Gerðabøi snýr seg um, um FK skal fáa loyvi at byggja ella Gerðabøur skal friðast.

At útleggja málið á henda hátt er ikki í samsvar við verðuleikan.
Øki Gerðabøur er bæði í verðandi ásetingum og í skjótt lidnu endurskoðaðu byggisamtyktini lagt út til almennt byggjarí. Hugsa verður um skúlar, kollegie og møguligar eldraíbúðir. Onki uppskot hevur verið frammi um at friða Gerðabø, hvørki í málsviðgerðini av byggiloyvinum til FK ella á býráðsfundinum har prinsipielt byggiloyvi var samtykt. At onkrir býráðslimir fara at hugleiða í endanum á eini málsviðgerð er hent fyrr.
Tað ið støða var tikin til bæði í nevndum og á býráðsfundinum var um staðseting av FK hóskaði saman við tí ið annars er ætlanin at byggja á Gerðabøi. At tað var natúrligt at ein handil koma at liggja á sama øki sum skúlar og bústaðir til ung og eldri helt meirilutin í býráðnum og tí var prinsipiella byggiloyvið samtykt.
Um býráðslimir ynsktu, at býráðið skuldu  fáa høvið til at viðgera eina friðing av Gerðabø, so høvdu teir fleiri møguleikar at koma við einum uppskotið um hetta, bæði í byggi-og býarskipannarnevndini, teknisku nevnd og á sjálvum býráðsfundinum. Hetta hendi sum kunnugt ikki og tí er ikki rætt at lýsa málið sum ein spurning um fyri ella ímóti friðing av Gerðabøi.
Tað er gott og neyðugt at borgarnir luttaka í tjakinum um hvussu okkara býur skal skipast í framtíðini, men fortreytirnar eiga at vera rættar, tá ið tjakast verður. Seinni í heyst verður eitt gott høvið at tjakast um okkara framtíðar býarskipan, tí byggi- og býarskipannarnevndin fer at skipa fyri einum borgarafundi, har uppskot til endurskoðaða býarskipan verður løgd fram til tjak.

Eyðgunn Samuelsen,
býráðslimur.    

Harleywoodpaint