Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerðabøur vantandi til nýggja viðgerð í býráðnum

John William Joensen

Innlendismálaráði sigur, at um býráði samtykkir nakað við aðru viðger, sum ikki er í samsvar við tað, sum var samtykt við fyrstu viðgerð, so skal málið aftur leggjast fyri almenningin

– Nú havi vit ikki sæð samtyktina sum Klaksvíkar Býráð gjørdi gjárakvøldið, men sum útgangsstøði er greitt at samtykti býráði nakað við aðruviðgerð, sum ikki er í samsvar við tað, sum var samtykt við fyrstuviðgerð, so skal býarplanurin aftur leggjast til almenna framløgu.
– Hetta merkir at borgarar í Klaksvíkar Kommunu fáa tann partin av býarplaninum, sum er broyttur, framlagdan í tríggjar vikur og hava so tríggjar mánaðar at koma við klæðum og viðmerkingum.
– Síðani kann býráði taka støðu til um málið skal viðgerast av nýggjum, var sagt úr Innlendismálaráðnum.

Atkvøddu fyri og ímóti sama málið
Tann 30. mai 2006 atkvøddur 7 býráðslimir fyri at geva Føroya Keypsamtøku byggiloyvi á økinum við Gerðabø. Ein atkvøddi blankt og tríggir ímóti.

Fýra av fimm fyri í teknisku nevnd.
Tá viðgerin av byggimálinum var fyri í teknisku nevnd hjá Klaksvíkar Býráð, atkvøddu Jórun Høgnesen, Christian Fr. Olsen, Thorleif Sigurðsson og Hans Arne Bertholdsen fyri at geva byggiloyvi. Rani Nolsø boðaði fá at hann fór at taka støðu í býráðum
Tá umsóknin frá Føroya Keypssamtøku kemur í býráði til viðgerar tann 30. mai atkvøða 7 býráðslimir fyri og 3 ímóti.
Steinbjørn, Christian Fr., Jórun, Thorleif, Hans Arne, Eyðgunn og Atli atkvøddu øll fyri at geva byggiloyvi.
Kristian Eli atkvøddi ikki og Jákup, Rani og Gunnvá atkvøddu ímóti.

1 ár seinri avgjørdi ein meiriluti í Klaksvíkar Býráð so at nokta Føroya Keypssamtøku byggilovyi.