Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gerhard biður um fund við Høgna Hoydal um menningarkvoturnar

John William Joensen

Opið bræv frá borgarstjóranum í Skopunar Kommunu til landsstýrismannin í fiskivinnumálum:

Til

Høgna Hoydal

landstýrismann í fiskivinnumálum.

 

Eg fari at biðja teg um ein fund, at umrøða støðuna hjá virkinum í Skopun.

Sum tær kunnugt, so fekk virkið ongan part av menningarkvotu. Tað, sum vit helst vilja er at virkið fær nakað av botnfiskið.

Hetta hevur skund! Virkið skuldi átt sín søguliga part av fiskiríkidøminum eftir 51 ár.

 

Vinarliga

Gerhard Lognberg

borgarstjóri

Skopun