– Nú er samgongan slitnað, sum eg fór burtur úr og tí verður hugt frameftir og arbeitt móti nýggjum málum, sigur sandoyartingmaðurin
Fyri løtu síðan hittu vit sandoyartingmannin, Gerhard Lognberg, sum saman við hinum í Javnaðarflokkinum luttekur í ABC samráðingunum.
– Sjálvandi fari eg at stríðast fyri at fáa so nógv burtur úr sum gjørligt. Eg arbeiði fyri at nýggja samgongan fer at fáa eitt gott grundarlag fyri at løgtingslógin um Sandoyartunnilin kann førast út í lívið.
– Eg eri partur av tí bólkinum sum arbeiða við at finna semju um Vinnumál – herundir undirsjóartunnlar – og sjálvandi havi eg sum fremsta mál at berjast fyri suðurøkinum, sigur Gerhard Lognberg.
Hann greiddi frá at enn vóru samráðingarnar komnar sera stutt – men hann helt at partarnir skiltu hvønn annan og at tað nú var umráðandi at fáa eina stjørn sum kundi loysa øll tey stórmál, sum liggja og bíðja.
Hvørt sandoyartingmaðurin er sinnaður at slaka viðvíkandi sandoyartunnlinum fingu vit einki at vitað um frá Gerahardi.




