Hvat kann vera visión’s ríkari enn at menna øll øki í landinum?
Í veruleikanum tyngir Sandoyartunnilin fíggjarlógina við einans 10 milliónum næstu fýra árini.
Eg kann ikki lata verða við at senda eina heilsan til sandingar, nú Gerhard ikki vildi lata seg tøla og bindað av ísakøldu sentralismuni – og teimum sum eru blindað av henni!!
Gerhard hevur síðani hann kom á løgting spælt við opnum kortum og tá m.a. núverandi løgmaður og aðrar góðar kreftir – í núsitandi samgongu – samtyktu at byrjað upp á Sandoyartunnilin – vóru sandoyingar í teirri góðu trúgv – at arbeiði við at menna vestur- norður- og suðurøkið í landinum fór at halda fram.
Men síðan løgtingsvalið hava somu menn – telvað og skáksilgt – fyri at sleppa undan løgtingslóg, sum teir sjálvir hava sett í verk – og sum í veruleikanum er eitt lítið fíggjarmál fyri Føroya Løgting.
Meðan bæði Vága- og Norðoyartunnilin hava staði í gerð eru játtanir til sosial- skúla – mentan- og heilsumál fleirfalda og tí er tað heilt burtur við at 50 milliónir um árið til menning av suðurøkinum – nú skal verða ein trupuleiki í løgtinginum.
Gerhard hevur allatíðina spælt við opnum kortum – men saman kann ikki sigast um løgmann og aðrar samgongulimir!
Skal nakað veruligt henda við framhaldandi økismenning – so er neyðugt við visiónum og monnum og kvinnum – sum halda orð og sum ikki víkja av kós!!
Tunnilin til suðurøkið tyngir ikki fíggjarlógina stórvegis
Norðoyatunnilin hevur staði á løgtingslógini fram til dagin í dag og hevur kosta løgtinginum 40 milliónir krónur um árið.
Seinasta gjaldið hjá løgtinginum til Norðoyatunnilin er í ár og tað var við hesum í huga at fleiri enn 20 løgtingslimir – harímillum leiðslan í Javnaðarflokkinum – samtyktu at fara undir at bora Sandoyartunnilin, og í hesum sambandi var ætlanin at játtanin til tunnilsgerð skuldi hækkast 10 milliónir krónur – úr 40 upp í 50 milliónir krónur.
Men sentralisman er ísakøld – og av eini ella aðrari orðsøk hevur hon fingið leiðsluna í Javnaðarflokkinum í sín part?????
Enn einaferð
– stand stinnur Gerhard – økisvitin bjarti!
John William Joensen
nevndarlimur í Norðoya Sambandsfelag




