Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gerhard væl nøgdur við samgonguskjalið

John William Joensen

Ein stríðsspurningur undir seinastu samgongu var var Sandoyartunnilin – og sum skilst hevur Gerhard Lognberg fingið nøktandi orðing við í samgonguskjalið hesuferð

– Eg má siga sum er, at eg eri sera væl nøgdur við samgongusamráðingarnar, sigur sandoyartingmaðurin.

– Seinast vit samráddust fekk eg einki við um Sandoyartunnilin – men hesuferð eri eg nøgdur við orðingarnar.

– Eg fái einki sagt um hvørjar hesar orðingar eru – men eg kann siga somikið – at eg eri sera væl nøgdur, sigur Gerhard sum váttar at m.a. Trygdarmiðstøðin í Klaksvík og Tunnlarnir norður um fjall eru evni, sum hava verið partur av samráðingunum.