Venjarin hjá Stjørnuni er longu uppsagdur.
Venjarin hjá Stjørnuni er longu uppsagdur.
Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni, váttar fyri Norðlýsinum, at høvuðsvenjarin, Henrik Gerster, er uppsagdur.
– Orsøkin er, at tað er ein ósemja millum venjaran og leiðsluna. Nú fara vit at leita eftir nýggjum venjara og hann er vónandi komin uppá pláss í komandi viku. Inntil tá tekur ungómsvenjarin, Michael Ericsson, sær av venjingini, sigur Kristoffur Ragnarsson.
Kristoffur sigur, at úrslitið hjá Stjørnuni í fyrsta dystinum var sera gott, men síðani hava úrslitini verið minni góð. Stjørnan spældi 19-19 í fyrsta umfarinum á heimavølli móti føroyameistarunum úr Neistanum. Síðani hevur liðið tapt 24-20 á heimavølli móti StÍF og 38-20 á útivølli móti VÍF. Kristoffur sigur tó, at úrslitini hava onga ávirkan á uppsøgnina.




