Hann tosar við B36, men avvísir ikki øðrum møguleikum.
Hann tosar við B36, men avvísir ikki øðrum møguleikum.
23 ára gamli Gestur B. Dam fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá B36 í 2015. Seinni kom hann á U21 landsliðið, har hann er skráettur fyri 9 landsdystir.
Gestur byrjaði inni í 18 av teimum 27 dystunum hjá B36 í ár og skoraði 3 mál. Hann er ein av fáu leikarunum uttan sáttmála fyri næsta ár, men samráðingar eru millum partarnar, hóast tað ljóðar, at EB/Streymur og Skála vísa honum áhuga.
– Eg tosi við B36, men havi ikki avgjørt, hvussu verður næsta ár. Koma onnur tilboð, so hyggi eg uppá tey, men enn dugi eg ikki at siga, hvar eg spæli næsta ár, sigur Gestur B. Dam við Norðlýsið.
Hjá B36 er greitt, at Tórður Thomsen ikki heldur fram, meðan Trygvi Askham(hevur sáttmála) og væntandi Michal Przbylski(ikki kunngjørt enn) koma til felagið.




