Ikki kann annað sigast um greinarnar í samdu høvuðsstaðarpressuni í kvøld, at frafarni formaðurin í KÍ gevur av grovfílini.
Gestur Hovgaard er bersøgin í Dimmalætting í kvøld, og tað er ikki sørt at blaðið eisini nýtir høvi at smyrja uppá. Hin lítlibeiggin, Sosialurin roynir eisini at goyggja og treyðugt so, evnið er helst søluvøra.
Seinasta orðið er neyvan sagt í hesum samanhanginum og vit kunnu helst vænta nógv kjak um KÍ dagarnar frameftir.




