| Nevndin í SamFelagnum hevur skipað seg av nýggjum eftir aðalfund í apríl. Felagið heldur fram við Gesti Hovgaard sum formanni og Elini Debes sum næstforkvinnu. Marita Klein Joensen er nýggj í nevndini. 75 limir eru nú í felagnum hjá føroyskum samfelagsfrøðingum, og 50 teirra hava almenna vangamynd á samfelagid.fo. Seinasta ár var valár og SamFelagið setti tá sjóneykuna á fólkatingsvalið og løgtingsvalið. Felagið skipaði fyri lima- og almennum tiltøkum, har farið aftur um valið og valstríðið, og føroyski veljaraatburð varð greinaður úr samfelagsfrøðiligum sjónarhorni. Undir valstríðnum mátaði felagið umrøðuna av flokkum og valevnum undir valstríðnum dag um dag. Úrslitini eru tøk áwww.samfelagid.fo/val. Í ár er SamFelagið farið undir at byggja upp alment savn við ritgerðum hjá føroyskum samfelagsfrøðingum. Endamálið hjá SamFelagnum er at virka fyri fakligum íkasti til samfelagskjakið og styrkja ávirkanina hjá samfelagsvísindaligum arbeiði. |




