Klaksvíkar Kommuna er partur av eini vinarbýaketu, sum eitt nú fevnir um Odense Kommunu, sum nú hevur latið Klaksvíkar Sløkkiliði ein hóp av sløkkiútgerð fyri ein sera lagaligan prís.
Tað er sjón fyri søgn, at kommunan hevur eitt sera gott og gevandi vinarbýasamstarv við býir og kommunur í okkara grannalondum.
Vinarbýaketan, sum Klaksvíkar Kommuna er partur av, fevnir Tampere í Finnlandi, Norrkøping í Svøríki, Trondheim í Noregi, Odense í Danmark, Kópavogur í Íslandi og Sisimiut í Grønlandi, sum júst hevur verið i einari samanleggingartilgongd, har tann samanlagda kommunan hevur fingið navnið ’Qeqqata Kommunia’.
Endamálið við vinarbýarsamstarvinum er at skapa og menna eitt samstarv millum kommunurnar, sum gevur øllum pørtum størri møguleikar fyri menning og framburði við at troyta kunnleikar, førleikar og møguleikar hjá hvørjum øðrum.
Sløkkiútgerð frá Odense
Finn Hansen, leiðari fyri Klaksvíkar Sløkkilið, hevur knýtt samband og samstarv við Peter Staunstrup, sum er leiðari fyri Odense Brandvæsen og formaður fyri Kommunale Beredskabschefer í Danmark.
Eitt nú hevur Finn verið á vitjan hjá Odense Brandvæsen og kunnaði seg um teirra støðir, mannagongdir, útgerð v.m.
Á hesari vitjan bjóðaði Peter Staunstrup honum fyri ein sera lagaligan kostnað at fáa sløkkiútgerð frá teimum, sum er nakað brúkt, men sum framvegis er í sera góðum og væl brúkiligum standi.
Finn tók av hesum sera góða tilboði, har hann serliga hevði útoyggjarnar í kommunun í huga.
Talan er um rættiliga nógva útgerð, sum kemur sera væl við hjá kommununi, nú fleiri oyggjar og bygdir eru í kommununi, sum krevja at verða dagførdar við sløkkiútgerð, soleiðis at tilbúgvingin eisini har verður nøktandi.
Útgerðin, sum fyri stuttum kom til Klaksvíkar, fevnir um 5 pumpur, 10 kassar av útgerð, 2 plattar av slangum, 15-20 træstigar og annað, sum Odense Brandvæsen hevur latið Klaksvíkar Sløkkiliði fyri samanlagt Kr 25000 + toll og frakt, so staðfestast kann at prísurin er bara eitt eiti.
Luta vitan og royndir sínamillum
Fyri stuttum vóru umboð fyri Odense Brandvæsen á vitjan í Klaksvík, har hesi kunnaðu seg um umstøðurnar her og samskiftu við sløkkiliðsmenninar her.
Eisini luttóku umboðini úr Odense á einum temadegi saman við føroyskum sløkkiliðsleiðarum, har gestirnir m.a. greiddu frá um kaving, hvussu Odense er skipað við útbúgving og amboðum, og um vaktarsentralin í Odense.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri og forkvinna í Brunanevnd býráðsins, og Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari, eru sjálvandi sera fegin um hesa framúr góðu avtalu og samstarv, sum er skapt millum Klaksvík og Odense, sum tey eru vís í kann mennast enn meira.




