Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

GÍ fór við øllum

John William Joensen

KÍ megnaði lítið móti einari sera tættari GÍ verju og so kundu vit staðfesta ósigur nummar fýra á heimavølli í ár

Tað skal sigast beinanvegin at tað var ein uppiborin arbeiðssigur til GÍ, sum var nærri at vinna 3-1 enn KÍ var at javna.
Samanumtikið var tað eitt disiplinera GÍ liði, sum var fyrst og fremst hevði lagt seg eftir at verja væl. Síðani løgdu teir seg eftir kontra spæli og hóast KÍ hevði bóltin meira so var tað vanda á ferð hvørjaferð GÍ var í álopi.
Tað var Súni Olsen, sum legði GÍ á odda tá hann frá spískum fekk bóltin undir KÍ málverjan.
Lítla løtu seinri svarar KÍ aftur. Jan Andreasen fór heilt fram í høgru síðu. Leggur inn fyri. Heðin heddar. Málverjin hálvbjargar og so avgreiðir Hjálgrím.
Miðskeiðis í seinra hálvleiki er tað Símun Louis Jacobsen, sum kemur at standa púra lesur í á fimm metur teiginum og heddar bóltin í málið.
KÍ royndi síðan at svara aftur men GÍ megnaði at halda tætt og so kundu vit staðfesta 4. tapið á heimavøllið í ár.
 
KÍ: Karstin Joensen, Leon Bjartalíð, Jan Andreasen, Niclas Niclasen, Arnold Joensen, Høgni Madsen, Heðin á Lakjuni, Hjálgrím Elttør, Atli Danielsen, Ovi Nysted og Kristoffur Jakobsen.
(Ari Samson, John Hammer, Tórur Lervig, Mathias Samuelsen og Sigmund Jacobsen).

GÍ: Marcia Dawid, Jónreid Dalheim, Hanus Jacobsen, Robert Kziczycki, Áslakur Petersen, Súni Olsen, Atli Gregersen, Símun Louis Jacobsen, Bjarni Justinussen, Sam Jacobsen og Magni Jarnskor.
(Samal Joensen, Kja Ennigarð og Poul Arni Jacobsen.)
 
 
Meira í blaðnum fríggjadagin.

Harleywoodpaint